Ungdomshestacup 3 -2026

Sunday 12 April 2026

Sunnudagin 12. apríl kl. 14 verður ungdómshestacup í Tølthøllini.

Hesaferð verður kappast í einkultum gonguløgum: Feti, travi, tølti og lopi. Her kunnu børn og ung upp til og við 14 ár vera við.

Eisini verður kappast í V5, V1, og T7 har meldað verður til á SPORTI. Her kunnu ung til og við 21 ár vera við.

Meldað verður til einkult gonguløg við at skriva til Jason Debess Lützen á messenger ella á tlf +298 253000. Tit skulu upplýsa gongulag og ross Kostnaðurin fyri 1-2 gonguløg er 50kr, síðani 25 kr. eyka fyri hvørt gongulag. Peningurin skal flytast á konto 9181 5788430, og kvittan skal viðfestast, tá meldað verður til.  

Freistin at melda til er hóskvøldið 9.apríl kl. 22:00 føroyska tíð.

Um meldað verður til ov seint, verður luttøkugjaldið tvífaldað. Tó í seinasta lagi 24 tímar ádrenn kappingin byrjar.

Áminning: Ross hava í mesta lagi loyvi at starta 4 ferðir Dømi: Um ein luttekur í trav, V5 og V1 við sama rossi, kann viðkomandi bert vera við í einari finalu í antin V1 ella V5, tí at:

  • Fyri hvørt einkult gongulag: 1 startur
  • Innleiðandi V5: 1 startur
  • Innleiðandi V1: 1 startur
  • Finala V5: 1 startur
  • Finala V1: 1 startur

Vit gleða okkum til eina góða og spennandi kapping.

Hjartaliga vælkomin

Organizer contact info

Føroya Íslandsrossafelag


Meeting / starting place

Undir Kráarheyggi
100 Tórshavn
Faroe Islands Show on map Navigate here