SAFARI FM 4

Torsdag den 2. juli 2026

SAFARI FM 4

Hósdagin – leygardagin 2.- 4. juli verður seinasta SAFARI FM kappingin hildin, har føroyameistararnir 2026 verða krýndir.
Leygarkvøldið fara vit síðani at enda kappingarárið við árligu FM-veitsluni, har vit saman fara at heiðra føroyameistarunum og hátíðarhalda eitt gott kappingarár í góðum felagsskapi. (Sí meira um veitsluna niðast.)

SAFARI FM 4 - Skrá (gg. broytingar kunnu koma fyri)

Hósdag

  • P2 - 100m skeið
  • V5 børn
  • V5
  • T7 børn
  • T7

Fríggjadag

  • F1
  • T2
  • V1 ung
  • V1
  • T1 ung
  • T1

Leygardag

  • Sport finalur
  • FM-veitsla

Kunning um veitsluna stendur niðast.

Herav eru FM-flokkarnar: T1, T1u, V1, V1u, T2, F1 og P2.

Freistin at melda til kappingina er týskvøldið 30. juni kl. 22:00 FØROYSKA TÍÐ!!
Um meldað verður til eftir ásettu freist, verður luttøkugjaldið tvífaldað. Tó ber hetta til í seinasta lagi 24 tímar ádrenn kappingin byrjar.
Við ov seina tilmelding, skal upplýsast:

  • Navn og føðidato hjá reiðfólki
  • IS/DK/FO-nummar hjá rossi
  • Hvønn flokk og evt. hvønn veg

Prísir
Tilmeldingargjald: 100kr + 20kr sporti gebyr

+100kr pr:
V5b, T7b, V5, T7, P2

+200kr pr:
V1u, T1u, V1, T1, F1, T2

(Til ber í hesum flokkum, at ynskja sær sang, við at viðfesta leinkju til sangin í tilmeldingini)

Avsláttur (trýst á viðkomandi knøttar):

  • Undir 18ár fáa 100kr í avsláttri
  • Við tilmelding við 2 ella fleiri rossum hjá einum reiðfólki, meldar ein til sum vanligt við fyrsta rossinum. Við næstu rossunum verður givið 100kr í avsláttri pr. ross.
    GG. Avslátturin verður tó altíð í mesta lagi 100kr pr. tilmelding.

Vit gleða okkum og síggja fram til eina góða kapping. J

FM-veitslan 2026
Leygarkvøldið fara vit at enda kappingarárið við árligu FM-veitsluni, har vit saman fara at heiðra føroyameistarunum og hátíðarhalda eitt gott kappingarár í góðum felagsskapi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Veitslan byrjar kl. 19:00.

  • Prísur fyri vaksin: 300kr
  • Prísur fyri undir 18 ár: 150kr

(Eftir kl. 23:00 er 18 ára aldursmark.)

Við í prísinum er:

  • Durðasnapsur
  • Vín/sodavatn
  • Matur
  • Omaná
  • Undirhald

Tilmelding til veitsluna fer fram við at senda eini boð til Helmu á messenger ella á tlf. 590606.
Gjaldast skal á 9181 – 5788430 og kvittan skal sendast við tilmelding.
Freistin at melda til veitsluna er sunnukvøldið 28/6 kl. 22:00

Vit gleða okkum at hátíðarhalda kvøldið saman við tykkum!

Vinarliga,
Ítróttarnevndin

Kontaktinformasjon til arrangøren

Føroya Íslandsrossafelag


Møteplass/startsted

Undir Kráarheyggi
100 Tórshavn
Faroe Islands Vis på kart Naviger her