SAFARI FM 4

19 - 21 June 2025

SAFARI FM 4 - 2025
19.-21.juni, verður fjórða og seinasta uttandura FM-kappingin hildin.

Hósdag 19/6 – Innleiðandi

  • T7 børn
  • T7
  • V5 børn
  • V5

Fríggjadag 20/6 - Innleiðandi

  • V1 ung
  • V1
  • F1
  • T2
  • T1 ung
  • T1

Leygardag 21/6 - Finalur

  • Finalur

Luttakaragjaldið er 100kr

  • 100kr pr. grein í V5 - V5b - T7 - T7b
  • 200kr pr. grein í V1 - V1u - F1 - T2 - T1 - T1u
  • Undir 18 ár fáa 100kr í avsláttri – tr‎‎‎‎‎‎‎‎‎y‎st á ”under 18 år/ hest nr. 2 eller mere
  • Við tilmelding av 2 ella fleiri rossum hjá einum reiðfólki, meldar ein til sum vanligt við fyrsta rossinum. Við næsta rossinum tryst á ”under 18 år/ hest nr. 2 eller mere”, sum gevur 100kr í avsláttri.

GG. Avslátturin er tó í mesta lagi 100kr pr. tilmelding.

GG. Avsláttur fyri hest nr. 2 er bert ætlað til reiðfólk, ið sjálvi kappast við 2 hestum, ella meir – og IKKI um ein er við í fleiri greinum ella meldar fleiri fólk til.

Freistin at melda til er mánakvøldið 16/6 kl. 22:00
(Føroyska tíð)

Aminning: við ov seina tilmelding, verður tilmeldingargjaldið tvífaldað, og í seinasta lagi 24 tímar árðenn kappingin byrjar. Vit heita tí á fólk, um at melda til í góðari tíð.

Vit gleða okkum og síggja fram til eina góða kapping, við dugnaligum reiðfólki og rossum – og sjálvandi nógvir glaðir og stuðlandi áskoðarar.

FM – Veitsla
Leygarkvøldið 21/6 fara vit at enda kappingarárið við einum braki av eini veitslu í Tølthøllini, har vit fara at heiðra FM vinnarum og kappingarárinum sum fór. Øll eru vælkomin

Veitslan byrjar kl. 19:00 í Tølthøllini.
Prísur fyri vaksin: 300kr
Prísur fyri undir 18 ár: 150kr
(Eftir kl. 23:00 er 18 ára aldursmark.)

Við í prísinum er:

  • Vælkomstdrink(við og uttan alkohol) og durðasnapsur
  • Vín/sodavatn
  • Matur
  • Omaná
  • Undirhald

Tilmelding til veitsluna fer fram við at senda eini boð til Helmu á messenger ella á tlf. 590606.
Gjaldast skal á 9181 – 5788430 og kvittan skal sendast við tilmelding.
Freistin at melda til veitsluna er sunnukvøldið 15/6 kl. 22:00

Dresscode: Tað góða lagið
Vit gleða okkum at hátíðarhalda kvøldið saman við tykkum! :D

Organizer contact info

Føroya Íslandsrossafelag


Meeting / starting place

Undir Kráarheyggi
100 Tórshavn
Faroe Islands Show on map Navigate here