8. - 10. maj 2025
SAFARI FM 2 - 2025
8.-10. mei verður næsta uttandura FM kapping.
Hósdag 8/5 kl. 18:00 - Innleiðandi
Fríggjadag 9/5 kl. 18:00 - Innleiðandi
Leygardag 10/5 kl. 14:00
Luttakaragjaldið er 100kr
+ 100kr pr. grein í V5 - V5b - T7 - T7b
+ 200kr pr. grein í V1 - V1u - F1 - T2 - T1 - T1u
Undir 18 ár fáa 100kr í avsláttri – tryst á ”under 18 år/ hest nr. 2 eller mere”
Við tilmelding av 2 ella fleiri rossum hjá einum reiðfólki, meldar ein til sum vanligt við fyrsta rossinum. Við næsta rossinum tryst á ”under 18 år/ hest nr. 2 eller mere”, sum gevur 100kr í avsláttri.
GG. Avslátturin er tó í mesta lagi 100kr pr. tilmelding.
Freistin at melda til er týsdagin 6/5 kl. 22:00 (Føroyska tíð)
Aminning: við ov seina tilmelding, verður tilmeldingargjaldið tvífaldað, og í seinasta lagi 24 tímar árðenn kappingin byrjar. Vit heita tí á fólk, um at melda til í góðari tíð.
Vit gleða okkum og síggja fram til eina góða kapping, við dugnaligum reiðfólki og rossum – og sjálvandi nógvir glaðir og stuðlandi áskoðarar.
Føroya Íslandsrossafelag
Undir Kráarheyggi
100 Tórshavn
Faroe Islands
Vis på kort
Navigér hertil