Liðkapping 2026

Lørdag den 14. marts 2026

24 tilmeldte

Leygardagin 14. mars verður liðkapping í Tølthøllini.

Hvørt lið er mannað við trimum pørum, sum ríða:

Opin flokkur (Eingin A-finalupør loyvd)

  • Einkult gongulag: fet, tølt, trav, lop ella skeið.
  • V5
  • T7 ella T6

Yrkisflokkur (Í mesta lagi tvey A-finalupør loyvd)

  • Einkult gongulag: fet, tølt, trav, lop ella skeið.
  • V1
  • T1 ella T2

Karakterirnir hjá hvørjum einstøkum á liðnum verða lagdir saman til ein samanlagdan lið-karakter, og liðið við hægsta karakterinum vinnur.

A-finalupør
Her er bert talan um A-finalupør í T1, T2, V1 og F1 frá undanfarnað kappingarári. A-finalupør í T7 og V5 telja í hesum føri ikki við.

T6
Sum nakað nýtt er møguleiki at royna seg í T6 til liðkappingina í flokkinum fyri óvon. T6 er ein lættur slakteymatølt-flokkur, sum verður riðin í bólkum eftir ”speakers command” soleiðis:

  • Valfrítt tempo tølt
  • Skifta hond
  • Slakteymatølt eftir langsíðunum.

Teymsamband er loyvt eftir stuttsíðunum.

Tilmelding
Freistin at melda til er 11. mars kl. 22:00 FØROYSKA TÍÐ!!
Um meldað verður til eftir ásettu freist, verður luttøkugjaldið tvífaldað. Tó ber hetta til í seinasta lagi 24 tímar áðrenn kappingin byrjar.

Luttakararnir melda til hvør sær, umvegis Sporti.
Viðmerkjast skal niðast í tilmeldingini:

  • Navn á liðnum
  • Opin flokkur ella yrkisflokkur
  • Hvønn veg ein ynskir at ríða, um tað ikki kann veljast longri uppi

Vit gleða okkum til eina góða og hugnaliga kapping.

Arrangørens kontaktinfo

Føroya Íslandsrossafelag


Mødested/startsted

Undir Kráarheyggi
100 Tórshavn
Faroe Islands Vis på kort Navigér hertil